Eftir at H71 gjørdist vinnari av grundspælinum í Okkaradeildini, skuldi liðið velja sær mótstøðuliðið í hálvfinalunum.
Valið stóð millum VÍF, Neistan og Kyndil. Og sum flest øll væntaðu, so fall valið á VÍF.
Les eisini: Vit gita: H71 velur VÍF
H71 hevur vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar móti VÍF í ár, umframt ein í steypakappingini, so eingin ivi er um at H71 mann vera favorittur.
Greiðu úrslitini í teimum fýra dystunum, 34-30, 33-29, 30-27 og so 29-17, gera ikki favorittleiklutin minni.
Valið hjá H71 merkir samstundis at Neistin og Kyndil hittast í hinari hálvfinaluni, og hon er nógv torførari at meta um.
Í teimum trimum landskappingardystunum hava Neistin og Kyndil vunnið hvør sín, og ein er endaður javnur. Men taka vit steypakappingina upp í, so vann Neistin báðar sínar dystir móti Kyndli, íroknað minniligu steypafinaluna.
At Neistin endaði á triðja plássi og Kyndil endaði á fjórða gevur Neistanum tann fyrimun, at ein møgulig triðja hálvfinala verður spæld á heimavøllinum hjá Neistanum.
Spurningurin er kortini um tað er ein so stórur fyrimunur tá ið Kyndil og Neistin eiga sama heimavøll.
H71 fær tó fyrimunin av heimavølli móti VÍF, og at velja hvør byrjar á heimavølli. Hetta verður alt avgjørt í løtuni, og verður væntandi kunngjørt seinnapartin í morgin