H71 vann í kvøld 25-19 á Team Klaksvík í Atlantic Airways deildini, men tá eitt korter restaði í var støðan 18-18. So mistu gestirnir úr Klaksvík, sum bara vóru átta á dómaraseðlinum, luftina og H71 vann.
Ein minutt fyri hálvleik var Team Klaksvík á odda 13-12, men tvær villur og ein útvísing kostaði leiðsluna í hálvleikinum, har H71 var á odda 14-13.
Í seinna hálvleiki var Team Klaksvík við til helmingurin av seinna hálvleiki var farin. Tá tók H71 eitt time-out við støðuni 18-18. Tá sást á vøllinum, at gestirnir úr Klaksvík høvdu minni luft eftir enn hoyvíkingarnir.
- Eg merkti tað av álvara seianstu 10-15 minuttirnar. Tá orkaði eg ikki meir, sigur Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, sum gjørdist toppskjútti við tíggju málum.
H71 hevði rímuliga lætt spæl seinasta korterið. Tem Klaksvík verjan bleiv mest sum hálað sundur, og so kundu menn sum Rógvi Sørensen og Rúni Højgaard bróta ígjøgnum og skora. Rógvi ásannar, at H71 onkuntíð tekur ov lætt upp á tær uppgávurnar, ið síggja lættast út.
- Vit hava fleiri ungar spælarar á liðnum og teir trúgva allir upp á seg sjálvar. Tað ger kanska, at vit undirmeta teir og ikki taka uppgávuna í álvara frá byrjan, men tað týdningarmiklasta er, at vit vunnu, sigur Rógvi Sørensen, sum spældi á miðjuni hjá H71.
Atlantic Airways deildin:
H71 Team Klaksvík 25-19 (14-13)
H71: Rúni Højgaard 5, Bogdan Florea 5, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 4, Sigmundur Dahl 2, Niels Viggo Niclasen 1, Tróndur Arge 1
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10, Heri Johnsson 3, Beinur Heðinsson 2, Zarko Pejovic 2, Jens Pauli Mohr 1, Andrias Ellingsgaard 1