H71 tveitti stigini burtur

20 minuttir fyri leiklok vóru hoyvíkingar níggju mál framman fyri KÍF, men onkursvegna megnaðu teir at tveita alt burtur

Manshondbóltur

20 svartir minuttir. Somikið einfalt kann seinasta korterið í dystinum móti KÍF helst standa í minninum hjá hoyvíkingum eftir dystin sunnudagin.
Fram til tá høvdu hoyvíkingum, sum til dystin høvdu styrkt seg við Bjarna Wardum, verið greitt oman á í øllum lutum, og úrslitið av hesum stóð eisini eftir á máltalvuni. Eftrir eina hampuliga leiðslu í hálvleikinum, var veruligur sjógvur lagdur ímillum liðini eftir steðgin, og tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna umfarinum stóð 17-26 á máltalvuni.

Ein gáta
Hvussu kollfirðingar so megnaðu at venda alt hesar seinastu minuttirnar, má enn standa sum ein gáta, tí í roynd og veru átti alt sjálvandi at verið liðugt, og einamest mundu hoyvíkingarnir eisini halda, at so var. Men fyrst og fremst høvdu teir gloymt, at KÍF í Damir Oros hevur ein hin vandamesta álopsleikaran í landinum. Honum ansaðu teir ikki nóg væl hesa løtuna, og sum úrslit av hesum kundi hann átta ferðir høgga bóltarnar í hoyvíkarmálið, og so kundi tað gera tað sama, hvussu málverjin æt.
Fýra minuttir fyri leiklok høvdu kollfirðingar minkað munin niður í eitt mál, men tá H71 so svaraði aftur við sínum seinasta máli, tóktist tað kortini, sum um royndirnar hjá vóru til onga nyttu. Tað eydnaðist tó KÍF at skjóta trý mál afturat í seinastu minuttunum, og so hjálpti tað lítið, at H71 málverjin í berari frustratión langaði nevan í dómaraborðið, tá hesir ikki vóru nóg skjótir at steðga klokkun.
Við sigrinum slapp KÍF sær eitt fet nærri liðunum í oddinum, meðan hoyvíkingar framvegis eru javnir við Tjaldur á aftasta sessinum. Komandi vikuskifti spæla hovyíkingarnir í Runavík, og tann dysturin fer so at gera av, hvørt av liðunum verður niðast eftir fyrru kappingarhálvu.

Dsytuirin í tølum
KÍF-H71 31-30 (14-18):
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 13(3), Eddie Joensen 5, Petur Martin Poulsen 3, Vagnur Johannesen 3(1), Rógvi Weihe 2, Hallur Hansen 2, Kristian Madsen 2, Jónálvur Johannesen 1
H714: Halgir Dahl Olesen 8, Bjarni Wardum 5(1), Jákup á Borg 5, Niels Viggo Niclasen 3, Tróndur Vatnhamar 3(3), Hans J. Jacobsen 2, Esbern Patursson 2, Bárður Brimvík 1
Brotskøst: KÍF 6, H71 5
Útvísingar: KÍF 4, H71 4
Diskvalifikatión: H71 1 (Beinleðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.