Tveir dystir verða spældir í Atlantic Airways-kappingini í hondbólti í dag.
Í Vestmanna er spenningurin stórur, tá H71 kemur á vitjan. H71 er einasta liðið, sum hevur bast VÍF í landskappingini í vetur, og skulu teir fylgja við VÍF og Neistanum í oddinum, so mugu teir fáa nakað við sær úr dystinum í dag.
Í Havn spæla Kyndil og KÍF, sum eru niðast við tveimum stigum í part. Og so er spurningurin, hvør teirra verður noyddur at halda jól á botnsessinum í deildini.
Báðir dystirnir verða spældir klokkan 16.









