Av tí at H71 er so væl umboðað í steypafinalunum hetta vikuskiftið, hevur nevndin tikið avgerð um at fáa sum mest burturúr fyri at gera hondbóltin so stuttligan sum til ber.
Tí heitir nevndin á fólk at møta upp til upphiting áðrenn ta stóru steypafinaluna kl. 16 í Høllini á Hálsi.
Skráin er henda:
Leygardagin kl. 13.00: Upphiting í Bowlinghøllini við andlitsmáling og øðrum. Eisini verður H71-filmurin vístur.
Fløgg, klapparir og annar líknandi verður her útflýggjaður.
Leygardagin kl. 21.00: Eftirveitsla
Eftir dystin fara vaksnu H71arir oman í Carrello til eitthvørt leskiligt í býti við steypafinalu-atgongumerkið. Eftirgildið byrjar kl. 22.00. So neyðugt er at goyma atgongumerkið frá steypafinaluni leygardagin. Opið er til kl. 02.00.
Sunnudagin kl. 12.50: Barnafinalurnar byrja!
Níggju ungdómsfinalur eru, og H71 er í seks teirra, harav átta eru henda sunnudag.
Sunnudagin kl. 20.00: Barnafinalurnar um at endað
H71 bjóðar øllum limum felagsins við foreldrum niðan í høllina til hugnaliga móttøku.
Hesum boðar nevndin frá í dag.










