Tað gongur einki serligt í løtuni hjá teimum í H71, sum í kvøld máttu leggja rygg til annað tapið á rað. Fyrrakvøldið taptu teir 26-23 ímóti Neistanum, og í kvøld taptu teir ímóti KÍF í Kollafirði.
Tað leikti javnt á fyrstu løtuna, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki dró KÍF frá og slapp til hálvleiks á odda 16-9. Leiðslan helt sær, og KÍF vann at enda dystin trygt 29-23.
Hjá KÍF var Hans Eli Sigurbjørnsson toppskjútti við 10 málum, meðan Peter Krogh var besti málskjútti hjá gestunum við sjey málum.
Støðan í FTZ-deildini sæst HER.