H71 tók tindin

Eftir at hava víst vøddamegina í Vestmanna skírisdag, gjørdi H71 bart páskaaftan og noyddi VÍF at renna aftaná, so leingi vestmenningar orkaðu. Men tá so H71 setti fulla ferð á, var eingin vegur aftur – og spælandi kom fyrsta meistaraheitið til Hoyvíkar

HONDBÓLTUR

 

Tá eitt lið, ið ikki hevur roynt at staðið í støðuni fyrr, skal taka avgerandi stigið ímóti tindinum, kunnu nervar og aðrir veikleikar brádliga gera vart við seg, so einki spyrst burturúr. Og tá er tað ofta, at tað royndara mótstøðuliðið – kanska bert við síni rutinu – yvirhálar í evstu løtu.

Men so var slett ikki, tá hoyvíkingar langt um leingi høvdu møguleikan at rætta hendurnar fram og taka ímóti sínum fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð. Har skulvu ongar hendur og har vóru eingi tekin um nervar ella veikleikar, ið skuldu forkoma kjansinum. Og so slett ikki!

Longu skírisdag, tá fyrra FM-finalan var spæld í Vestmanna, vísti H71 sína breidd og styrki á slíkan hátt, at fáur mundi ivast í, at her kundi nakað søguligt spyrjast burturúr. Hóast VÍF var á heimavølli, hjálpti einki ímóti hoyvíkingum, ið vísti vøddamegi og kropsliga styrki, ið veruliga munaði.

Tann fyrra dystin gjørdust vestmenningar bókstaviliga ov stuttir, og teir formáddu sær einki ímóti vælvaksnu H71-verjuni, umframt at sjónliga kom til sjóndar, at orkan hjá hoyvíkingum var størri og breiddin betri. H71 hevði snøgt sagt bæði fleiri og sterkari streingir at spæla uppá.

Gamaní, megnaði VÍF at fylgja við tað mesta av tíðini, hóast H71 at kalla allan dystin var á odda, men hoyvíkingar koyrdu við áhaldandi ferð, ið tóktist drepandi fyri VÍF, ið ikki hevði nóg mikið í Sámali Joensen við hæddini og Áka Olsen við styrkini, tá samanum kom.

 

Jens tók tað mesta

Alt hetta var uppaftur týðiligari undirstrikað páskaaftan, tá Hoyvíkshøllin var fullsett og kanska minst líka stór fjøld noyddist at fara heimaftur, tí meira passaði ikki inn. Á heimavøllinum vísti H71 veruliga viljan og evnini til at gera tað, sum gerast skuldi, so liðið rakk upp á hægsta tindin.

Byrjanin hjá hoyvíkingum var góð, og hóast VÍF at síggja til ikki vildi sleppa H71 heilt, so kom longu í fyrra hálvleiki til sjóndar, at heimaliðið hevði meira at geva av, og so skuldi eisini vísa seg. Og longu tíðliga eftir steðgin byrjaði tað at líkjast alsamt meira einum tryggum H71-sigri.

Verjan hjá hoyvíkingum var sera sterk, sum hon eisini plagar at vera tað, og haraftrat stóð málverjin, Jens á Skipagøtu, framúr væl í málinum, so vestmenningar fleiri ferðir máttu síggja upplagdar møguleikar steðgaðar. Ikki minst málmansspælið var við til at pilka VÍF niður og seta H71 upp.

Men eisini úti á vøllinum sást, at H71 megnaði varierað álopsspæl, har bæði bakkskot, strikuspæl, royndir frá vonginum og yvirgongdir gjørdu sítt til, at VÍF hevði úr at gera við at forða fyri, og av tí sama brúkti nógv fleiri kreftir, uttan at kunna seta frískt fólk inn upp á sama máta, sum H71 kundi.

Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var rættiliga greitt, at hetta kundi ikki kiksa hjá hoyvíkingum, og tá vestmenningar gjørdu feil í innskiftingini, so tað kostaði útvísing, so tríggir vóru uttanfyri ta einu løtuna, kódnaði vónin hjá VÍF av álvara, og eftir hetta spældi H71 av álvara fyri gallarínum.

 

Bara byrjaðir

Ímóti endanum strálaðu komandi føroyameistararnir av sjálvsáliti, og kreativiteturin livdi væl hesa løtuna, har bæði stengur og yvirliggjari sluppu at syngja við, tá bóltarnir blivu bombarderaðir í kassan aftan fyri Eli Müller, sum hevði staðið væl, men at enda var líka uppgevandi sum hinir á VÍF-liðnum.

Longu fleiri minuttir fyri dystarenda kundu vælnøgdu heimaáskoðararnir byrja at syngja nýggjan sang í Hoyvíkshøllini, »Vit eru føroyameistarar…«, og so skjótt dysturin var avblástur, tusti fjøldin inn á vøllin og fagnaði sínum monnum, ið megnaðu tað, so mong høvdu droymt um so leingi.

Meðan hini liðini eru viknað, tykist H71 bert at vera styrknað ímóti kappingarenda, og soleiðis sum alt háttaði seg, er eingin ivi um, at meistaraheitið er fult og heilt uppiborið. Her var eingin yvir og eingin við síðuna av hoyvíkingunum, sum hava tíðina fyri sær og helst bara eru byrjaðir…