FM-finala: H71-VÍF 30-24 (13-10)
Longu, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, kundu heimaáskoðararnir hjá H71 byrja at syngja ?Vit eru føroyameistarar?, tí tá høvdu øll í eina góða løtu sæð, hvønn veg tað bar.
Tá alt kom til alt, var H71 snøgt sagt ov sterkt fyri VÍF, og hóast munurin ikki var so sjónskur í fyrra hálvleiki, tá VÍF so nøkulunda fekk fylgt við ? tó eitt petti aftanfyri ? var allur ivi skúgvaður til viks eftir steðgin.
Bara tvey mál vóru á muni, tá 10 minuttir vóru farnir, men so gjørdi H71 avgerandi lopið, ið VÍF ongantíð megnaði at taka aftur, og ta einu løtuna ímóti endanum vóru 10 mál á muni.
Kropsliga var H71-liðið betur fyri, og hartil kom so eisini breiddin, ið gav hoyvíkingum nógv fleiri streingir at spæla uppá. Og hóast bæði Halgir Dahl Olesen og Jens á Skipagøtu gevast eftir henda stóra triumfin, standa arvingarnir longu í bíðirøð.
Undan føroyameistaraheitinum í dag hevði H71 afturi í 1998 vunnið steypakappingina, so nú eru ikki fleiri tindar hjá hoyvíkingum eftir at røkka ? bara at endurtaka?
Tillukku, H71 og Hoyvík!