Enn er ikki leyst og liðugt í spurninginum um finaluplássini í føroyskum manshondbólti.
H71 hevur ikki serliga góð kort á hondini, men teir eru framvegis við í spælinum, og í dag taka teir ímóti botnliðnum, Team Klaksvík.
Einki er at ivast í, at skal H71 halda fast í sínum møguleika, so er kravið ein sigur í dag. Móti Team Klaksvík eru hoyvíkingar eisini stórfavorittar, og so er spurningurin, um teir liva upp til hetta.
Dysturin í Hoyvíkarhøllini byrjar klokkan 18.00