H71 og StÍF elta Neistan

Í Vestmanna kemur StÍF nevnliga á vitjan hjá VÍF, sum ikki hevur havt nakra serliga góða úrtøku seinastu nógvu dystirnar. Ein gongd, sum skal vendast, um vestmenningar skulu sleppa sær úr niðurflytingarvandanum.

Har kappast VÍF við KÍF, sum í dag vitjar í Hoyvík. Hoyvíkingar hava verið argaðir av skaðum seinastu nógvu vikurnar, men tað er alneyðugt hjá teimum við tveimum stigum í dag, um teir skulu halda fast í oddaliðunum.

 

Báðir mansdystirnir í dag byrja klokkan 16.