H71 og Kyndil hava vunnið alt higartil í endaspælinum

Hondbóltur: Bæði H71 hjá monnunum og Kyndil hjá kvinnunum hava vunnið allar sínar dystir higartil í endaspælinum. Føroyameistararnir úr Kyndli hava nú vunnið átta landskappingardystir á rað, men hjá monnunum er tað framvegis sera javnt millum tey ovastu liðini. H71 og Kyndil spæla toppdyst í annaðkvøld

Einki veruliga óvæntað úrslit var í hondbóltskappingini hetta vikuskiftið, og meðan Kyndil stormar fram í kvinnudeildini, har tær nú hava vunnið átta dystir á rað, er tað framvegis sera javnt millum ovastu liðini í mansdeildini.

H71 vann sum væntað dystin í Runavík móti Tjaldrinum og nýtti samstundis høvið til at betra munandi um sín egna málmun. Størri spenningur var til dystin í Havn sunnudagin millum Kyndil og StÍF, men her fekk óvæntað lætt spæl móti einum StÍF-liði, sum sær út til at hava mist eitt sindur av moralinum.

So er beint øvugt við VÍF, sum nú aftur blandar seg í oddastríðið, eftir at føroyameistararnir hava verið í einum djúpum aldudali fyrr í kappingini. Sigurin hjá teimum móti Neistanum lyfti teir upp undir liðina á StÍF, og tað eru framvegis bert trý stig upp til oddaliðini H71 og Kyndil.

Samstundis merkti úrslitið í dystinum leygardagin fyri Neistan, at teir eru settir til viks í FM-stríðnum, sum nú stendur millum fýra lið.

KÍF spældi ikki hetta vikuskiftið, men er framvegis seks stig frammanfyri Tjaldrið, sum nú stevnir beint niður í 2. deild. Ósigurin móti hoyvíkingum í egnari høll leygardagin var sigandi stórur, og Tjaldursmenn hava nú mist meira enn 600 mál ? 33,4 í miðal fyri hvønn dyst og meir enn 100 mál fleiri enn næstniðasta liðið.

Í annaðkvøld verður útsetti dysturin millum Kyndil og H71 spældur, og her kunnu vit rokna við eini sera spennandi uppgerð. Vinnarin fer tvey stig framum taparan, og um liðið, sum vinnur í morgin, endar sum føroyameistari, kunnu teir av røttum siga, at tað var í hesum dystinum, at eitt stórt fet varð tikið fram móti gullinum.

Eisini í morgin spæla StÍF og Neistin á Skála og KÍF og VÍF í Vestmanna. Allir hesir tríggir dystirnir skuldu verðið spældir sunnudagin 31. januar, men tað var sama dagin, sum U18 landsliðið spældi móti Moldova, og blivu dystirnir tí av góðum grundum útsettir.


Kyndil heldur fram

Hjá kvinnunum tykist Kyndil framvegis at hava tamarhald á støðuni, og liðið skal tapa tríggjar av teimum seks dystunum, sum eru eftir, um FM-heitið skal gleppa teimum av hondum. Kyndil hevur vunnið átta teir seinastu dystirnar, og hóast tað kann henda, at tær tapa tríggjar av teimum, sum eftir eru, er tað ikki alt ov sannlíkt. Men hinvegin hava føroyameistararnir tríggjar torførar útidystir eftir móti VÍF, Stjørnuni og StÍF umframt dystin móti Neistanum í næstseinasta umfari, so her eru allar súðir ikki syftar, hóast munurin er nokkso stórur á stigatalvuni.

Besta boðið upp á ein avbjóðara er Neistin, sum vann á VÍF leygardagin. Tað hongur betur saman hjá Neistanum nú, enn tað hevur gjørt fyrr í kappingini, og um Neistakvinnur fáa neyðugu hjálpina frá hinum liðunum, samstundis sum tær megna at gera sítt, kann tað gerast sera spennandi, tá Neistin og Kyndil hittast í næstseinasta umfari 28. mars.

Á triðja plássi er Stjørnan, sum kom aftur úr Vági sum av torvheiðum sunnudagin. Tað er kanska skeivt at avskriva Stjørnuna longu nú, men tær hava langan veg, um tað skal eydnast at fáa gullið til Klaksvíkar.

StÍF megnaði heldur ikki at gera nakað við Kyndil, og silvurvinnararnir frá í fjør koma í øllum førum ikki hægri upp enn tað sama í ár. Úrslitini hava verið ov óstøðug bæði í grund- og í endaspælinum.

Hjá VÍF hevur tað bert gingið niður á bakka í endaspælinum. Fyri bert einum mánaði síðani kundi VÍF, um tær vunnu á Kyndli í Havn, koma upp á fyrsta plássið, men tær taptu og hava bert tapt síðani og eru nú heili 11 stig aftanfyri oddaliðið. Men eingin hevur nakrantíð kravt av VÍF-kvinnunum, at tær skuldu gerast føroyameistarar, og í steypakappingini vóru tær best.

Bæði botnliðini VB og GÍ/Tjaldrið hava verið torfør at rokna út í ár, og tey eru framvegis einsamøll í botninum. Hvørki av liðunum spældi um vikuskiftið, so eingin broyting er hend í niðurflytingarstríðnum.