Tað var ein sera spennandi grannauppgerð í Hoyvíkshøllini í Okkaradeildini millum H71 og Neistan, ið endaði við javnleiki 22-22. H71 var eitt skiftið á odda við fýra málum, men Neistin hevði ein rimmar endaspurt. Í steðginum var Neistin annars á odda 13-11.
H71: Vilhelm Poulsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 3, Brandur Halgirsson 3, Pætur Thomsen 1.
Neistin: Rasmus Søby 8, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Mikkelsen 3, Tróndur Kragesteen 2, Rune Olsen 2, Pál Niclasen 2, Dánjal Ragnarsson 1.
Í Kollafirði vann KÍF 27-21 á Kyndli. Í steðginum var KÍF á odda 13-7.
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 5, Borko Cupara 4, Ási Dam 4, Atli Hammer 3, Teitur Joensen 3, Poul Egholm 2, Niklas Reginsson 1.
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Rógvi Dal-Christiansen 6, Jóni Viderø 2, Tróndur Wardum 2, Tummas Pauli Hanusarson 1, David Edvardsen 1, Bartal Klein Olsen 1, John í Innistovu 1.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá spennandi dystarendanum millum H71 og Neistan. Halgir Dahl Olesen var viðmerkjari.
2) Hoyr Halgir Dahl Olesen taka samanum ein sera spennandi og javnan dyst.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen sum var sera atfinningarsamur um dømingina.
4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við neistamálverjan, Mikkjal Hansen sum hevði eitt bjargingarprosent uppá 50. Mikkjal heldur, at Nicholas Satchwell framvegis er besti málverji í landinum, men hann er klárur tá hann fær møguleikan.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
NEISTIN | 15 | 390 | 341 | 49 | 21 |
VÍF | 15 | 422 | 384 | 38 | 21 |
KYNDIL | 16 | 413 | 369 | 44 | 19 |
H71 | 15 | 374 | 340 | 34 | 19 |
KÍF | 16 | 398 | 389 | 9 | 16 |
STÍF | 14 | 321 | 380 | -59 | 8 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 355 | 470 | -115 | 2 |