H71 nærkast heiðursmerkjum

Unga H71-liðið fekk enn ein sigur í skjáttuna, tá teir vunnu á Kyndli um vikuskfitið. Við sigrinum eru teir nú bert tvey stig aftanfyri StÍF á 2. plássi


H71-Kyndil 30-28 (15-15)

Tað var av alstórum týdningi hjá bæði H71 og Kyndli at vinna fyrsta dystin í endaspælinum, tá hesi bæði liðini møttust í Hoyvíkshøllini. Bæði høvdu brúk fyri stigunum fyri at nærkast ovaru liðunum.
 
Javnur fyrri hálvleikur
Heimaliðið byrjaði dystin væl betur. Teir løgdu hart út, og fyrsta korterið førdu teir við 2-3 mál. Hesa løtuna tóktust kyndilsleikararnir ikki heilt klárir, og hetta dugdu hoyvíkingarnir væl at revsa teir fyri. Um miðjan hálvleikin fekk Kyndil tó veruliga gongd á spælið, og ikki gekk long tíð, so høvdu teir lagt seg á odda. Hoyvíkingarnir vóru tó sera tendraðir henda dagin, og síðst í fyrra hálvleiki fingu teir aftur javnstøðu í, soleiðis at hálvleiksstøðan var 15-15.
 
H71 stórum stíli
Í seinna hálvleiki byrjaði Kyndil betur, og legði seg á odda. H71 vildi tó ikki geva seg, og um miðjan hálvleikinum høvdu teir aftur fingið javnstøðu í, og eftir hetta settu teir veruliga ferð á. Frá at vera aftanfyri 19-21 skoraðu hoyvíkingar 7 ferðir á rað, so nú vóru teir knappliga frammanfyri 26-21. Hesa løtuna leikti H71 sera væl, meðan einki riggaði hjá Kyndli. Serliga Levi Nybo í H71-málinum tók fullkomiliga mótið frá kyndilsleikarunum.
Hetta gjørdist fyri so vítt eisini avgerðin uppá dystin. Nú vóru bert 10 minuttir eftir, og sjálvt um Kyndil megnaði at minka um munin, so vóru teir ongantíð nær við at fanga H71 aftur.
Endaliga úrslitið gjørdist 30-28 til H71, sum sostatt fekk eina góða byrjan uppá endaspælið. Fyri uttan Levi í málinum, so leikti Esbern Patursson ein sera góðan dyst, og hann fekk heili 11 mál.
 
 


Fakta
 
H71-Kyndil 30-28 (15-15)
Málskjúttar:
H71: Esbern Patursson 11 (3), Poul K. Dam 6, Tróndur Vatnhamar 4, Niels V. Niclassen 3, Janus Sørensen 2, Gunnar Bláberg 2, Bjarni Sørensen 2
Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 9, Janus E. Sørensen 6, Høgni Klein 5 (2), Hjalti Jacobsen 3, Rókur Akralíð 2, Ragnar Stakksund 1, Hanus Johansen 1, Kenn Zachariassen 1
Brotskøst: H71 3, Kyndil 4
Útvísingar: H71 4, Kyndil 5
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen