Fremsta kvinnuliðið hjá H71 fær nýggjan venjara komandi kappingarár. Hondbóltsfelagið í Hoyvík hevur gjørt sáttmála við Flemming Raben, sum tekur við eftir Sonna Larsen, ið eisini hevur vant besta mansliðið hjá H71 seinastu tvey árini.
Flemming Raben hevur drúgvar royndir sum venjari. Seinasta kappingarár vandi hann besta kvinnuliðið hjá Kyndli, og hann hevur eisini verið venjari hjá Neistakvinnunum. Enn er ongin hjálparvenjari settur.
Anna Dam, forkvinna í H71 sigur, at tey hava sett nýggjan venjara hjá kvinnunum, tí tað var ov nógv hjá Sonna Larsen at venja bæði besta kvinnuliðið og besta mansliðið hjá felagnum. Sonni Larsen, sum kom til H71 sum venjari í 2016, heldur fram sum venjari hjá monnunum komandi kappingarár. Hann fer eisini at verða knýttur at kvinnuliðnum.
Anna Dam sigur, at H71 fer ikki at keypa nakran spælara til besta kvinnuliðið, hóast tey vita, at tey missa einar fýra av teimum eldru spælarunum komandi kappingarár. Hon leggur afturat, at øll natúrlig tilgongd er vælkomin.
Seinasta kappingarár var fyrsta kappingarárið hjá H71 í bestu kvinnudeildini. Liðið stóð seg væl, og kom eitt nú í hálvfinaluna í steypakappingini.










