Meistararnir úr Hoyvík byrjaðu árið í ár nakað trilvandi, men sannførandi sigurin á KÍF hóskvøldið bendir á, at liðið nú veruliga er um at koma fyri seg.
Hjá Kyndli hevur pílurin peiggjað beint uppeftir, eftir at teir annars taptu fyrsta dystin.
Bæði liðini vilja eisini blanda seg í oddin, og hóast stutt er fráliðið í kappingini, so tykjast tey fimm ovastu somikið jøvn, at talan longu nú er um sera týðandi stig, tá innan hýsis dystirnir eru á skránni.