H71-Kyndil 24-22: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli og Duritu Toftum Joensen hjá H71 seta orð á 24-22 (11-13) sigurin hjá hoyvíkskvinnum

##med2##

Steypavinnararnir, H71 sigraðu á verandi føroyameistarunum, Kyndli í dystinum í SMS-deildini, ið var leiktur í Hoyvíkshøllini fyrr í dag.

H71 vann 24-22. Kyndil var annars á odda 13-11 í steðginum

(Dystargrein hjá Sjúrði H. Hoydal um dystin kemur út um eina løtu)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum av dystinum millum H71 og Kyndil.

2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal taka samanum dystin.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Báru Krossteig Hansen, ið gjørdist toppskjútti hjá Kyndli saman við Natasju Hammer við níggju málum.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Duritu Toftum Joensen, ið skoraði eitt mál fyri H71.

 

(Dystarendin H71-Kyndil 24-22. Samrøður: Bára K. Hansen og Durita T. Joensen)