Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV er millum liðini H71 kann møta í næsta umfarinum í Europa Cup kappingini.
Dystirnir í triðja umfari verða spældir 3./4. og 10./11. desember, um talan væl at merkja er um at spæla burturi og heima. Um báðir dystirnir verða spældir á heimavøllinum hjá øðrum felagnum, verða teir avgreiddir annað av vikuskiftunum, skrivar H71 á heimasíðu sínari.
Sigurður Bragason, venjari hjá ÍBV vil sleppa undan H71. Ynskimótstøðuliðini hjá honum eru portugisisku liðini, Madeira og Benfica, sambært handbolti.is.
H71 kann møta hesum liðunum:
roomz JAGS WV (Eysturríki)
ZRK Borac (Bosnia-Herzegovina)
DHC Slavia Praha (Tjekkia)
Club Balonmano Elche (Spania)
Motive.co Gijon (Spania)
Anagennisi Artas (Grikkaland)
ÍBV Vestmannaeyjar (Ísland)
WHC Cair-Skopje (Norðurmakedonia)
H.V. Quintus (Holland)
JuRo Unirek VZV (Holland)
KPR Gminy Kobierzyce (Poland)
ADA de Sao Pedro do Sul (Portugal)
Alavarium Love Tiles (Portugal)
Lugi (Svøríki)
Ankara Yenimahalle BSK (Turkaland)
Antalya Konyaalti BSK (Turkaland)
Lutakastið verður fyrrapartin í morgin klokkan 10 og kann síggjast á YouTube-rásini hjá europeiska hondbóltssambandinum.