H71-kæran avvíst

Kappingarnevndin hjá HSF avvísti fríggjadagin kæruna hjá H71 um hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini á Skála mikukvøldið.

Strandingar kunnu nú fjórða árið á rað gera seg út til steypafinalu í hondbólti.
Ivamál tóktist annars taka seg upp, hvørt H71 skuldi fáa umdyst ella ikki, tí teir høvdu kært um eina dómaraavgerð í samband við time-out. Ein avgerð, sum hevði við sær, at StÍF fekk nýggjan møguleika at enda álop, sum teir annars ikki høvdu gagnnýtt.
Staðfestingin hjá HSF byggir á somu tulkingar, sum í vár vórðu givnar í sambandi við dyst millum StÍF og Neistan. Ta ferðina var niðurstøðan, at eitt time-out í prinsippinum steðgar dystinum, og at alt eftir hetta verður ógildað, tó sæð burtur frá persónligum revsingum.
Hondbóltssambandið ráðførdi seg fríggjdagin eisini við danskar lógartulkarar, og teirra niðurstøða var púra greitt, at dómaraavgerðin var røtt.

H71 fer ikki víðari við málinum
Hoyvíkingar hava sjálvir eisini ráðført seg við danskar serfrøðingar, og teir hava hagani fingið at vita, at avgerðin hjá dómarunum báðum, Hannis og Una Wardum, var røtt, hóast hon kanska kann tykjast eitt sindur løgin.
Harumframt hevur H71 fingið at vita úr Danmark, at allarhelst verða lógirnar um júst slíkar hendingar, sum hana á Skála mikukvøldið, tá ið StÍF fekk eitt forsinkað time-out, eftir at H71 hevði vunnið bóltin, broyttar á altjóða støði í næstum, soleiðis at tær eru greiðari, tá ið farið verður undir komandi kappingarár.
Eftir at hoyvíkingar hava fingið hesi boð úr Danmark, hava teir eisini gjørt av, at teir ikki fara víðari við málinum, hóast teir harmast, at tað vóru teir, ið blivu revsaðir, hóast teir einki skeivt høvdu gjørt.