H71 liggur væl fyri at vinna seg í hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini aftaná greiðan 30-23 heimasigur á KÍF í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 á odda 16-15.
Í Vestmanna vann VÍF í sama bólki, bólki 1 32-24 sigur á Kyndli 2. H71 er á odda við fýra stigum, KÍF og VÍF hava tvey stig hvør, men har er KÍF betri innanhýsis. Kyndil 2 hevur einki stig fingið enn.
Leygardagin klokkan 18 tekur KÍF ímóti Kyndli 2 í Kollafirði. Sunnudagin klokkan 16 tekur H71 ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum H71 og VÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá tí seinastu løtuni av dystinum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við afturkomna Hilmar Leon Jakobsen hjá H71, ið hevur verið skaddur í longri tíð. Hilmar Leon skoraði trý mál fyri H71 í dag.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við verjuklettin hjá KÍF, Niklas Reginsson.
Niklas Reginsson staðfestir, at Joakim Jürs ikki tók so nógv sum hann hevur gjørt seinastu dystirnar, men Niklas heldur, at verjan hjá KÍF veitti ikki Joakim nóg nógva hjálp í dystinum í dag.
Hilmar Leon Jakobsen er sera fegin um, at H71 yvirkom at vinna á H71 í hesum kappingarárinum, tí tað hevur sanniliga ligið á hjá hoyvíkingum. Hilmar Leon er eisini persónliga glaður fyri at kunna tørn til fyri H71 í dysti aftur.