H71 hongur í

Hondbóltur: Við 35-30-sigri á Team Klaksvík hongur H71 framvegis í og kann leggja seg ájavnt við VÍF á 2. plássi

H71 vendi øllum
Heimaliðið úr Klaksvík byrjaði annars dystin best og miðskeiðis í fyrra hálvleiki vóru teir á odda 8-4. Eitt time-out hjá hoyvíkingum og valið at mansverja Filip Jojic og Zarko Pejovic fekk tó av álvara glið á, og við fleiri málum frá bakkunum báðum, innskifta Bogdan Florea og Hans Kára Hansen, slapp H71 til hálvleiks á odda 17-16.

Leiðslan helt
Um miðjan seinna hálvleik hevði H71 lagt seg á odda við átta málum, og var dysturin tá at kalla avgjørdur. Team Klaksvík royndi seg við at verja H71-stórskjúttan Bogdan Florea, sum hóast innskiftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki, megnaði at skjóta níggju mál. Tað hjálpti nakað, men munurin var longu ov stórur og við eitt nú góðum spæli frá innskifta málverjanum, Hanusi Kristiansen, vann H71 dystin 35-30.
Sigurin hevur nógv at siga fyri H71, sum nú framvegis hongur í VÍF og kann leggja seg undir liðina á teimum, um teir vinna báðar dystirnar, sum teir hava tilgóðar. Team Klaksvík verður verandi á einum deildum triðaftasta plássi við StÍF. Tey hava 12 stig hvør.Hondbóltur: Við 35-30-sigri á Team Klaksvík hongur H71 framvegis í og kann leggja seg ájavnt við VÍF á 2. plássi