Nú er tað greitt, at H71 kvinnurnar í 1/8 finaluni í European Cup skulu spæla ímótiAtletico Guardés úr Spania. HSF veit at siga, at Atletico Guardés seinastu mongu árinni hevur gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 7. Liðið var spanskur meistari í 2017. Heimstaðurin hjá mótstøðuliðnum hjá H71 kvinnunum er A Guarda, sum er í landslutinum Galisia á vesturstrondini og í nánd av markinum millum Spania og Portugal.
Heima- og útidysturin ímóti Atletoco Guardés eru settir at vera í tíðarskeiðnum 7. til 15. januar. Tað er ikki greitt, hvar dystirnir verða spældir. Forkvinnan í H71 Anna Dam segði í tíðindunum hjá Kringvarpinum á døgurða, at av fíggjarligum ávum fer felagið at arbeiða fyri, at báðir dystirnir vera spældir á sama stað. Um tað verður í Spania ella í Føroyum er ikki greitt enn.
Men tað er greitt, at tað verður annar venjari, sum fer at hava ábyrgdina av H71 liðnum, enn hann, sum hevði ábyrgdina, tá ið H71 kvinnurnar við samantaldum sigri ímóti DHC Slavia Praha úr Kekkia fyri stuttum vann seg víðari í europeisku kappingini.
Heilt góðar keldur í H71 vita at siga, at danski venjarin Benjamin Røhmer Christiansen er farin úr starvinum sum venjari hjá H71 kvinnunum. Nýggjur venjari er Simon Olsen, sum frammanundan er venjari hjá H71 monnunum. Nú verður hann venjari hjá bæði H71 kvinnunum og monnunum.