H71 hevur gallakvøldið

Gallakvøldið í ár verður 17. apríl, og eru tað hesaferð hoyvíkingar, sum skipa fyri

Hondbóltsgalla

Tey bestu á árinum skulu aftur í ár finnast, og eftir at gallaveitslan hevur ferðast nakað seinnu árini, verða tað í ár hoyvíkingar, sum standa sum fyriskiparar. Tað gjørdu teir eisini tey bæði fyrstu árini, tá gallakvøldið varð hildið, og vóru teir í so máta undangongumenn í tí, sum hevur víst seg at gerast afturvendandi tiltak hjá fleiri ítróttargreinum.
Í ár er so tann broytingin, at allir leikarar í 1. og 2. deild hjá bæði kvinnum og monnum er boðin við, men tað verða so bara liðskiparar og venjarar í bestu deildini umframt fjølmiðlafólk, sum fara at greiða atkvøðu, tá bestu ítróttarfólkini á árinum skulu finnast.
Atkvøðast skal um ársins leikara, vejara, málverja, verjuleikara, álopsleikara, dómarapar og ársins stjørnuskot.
Eftir døgurðan verður sjálvandi eisini dansur á skránni, og gongst soleiðis, sum tað plagar, so er lítið at ivast í, at klokkan fer at verða hampuliga nógv, tá seinastu gestirnir takka fyri seg.