H71 kundi í kvøld staðfesta sítt pláss í hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini við greiðum sigri á Team Klaksvík.
Fyri steðgin var kanska ikki tann heilt stóri munurin á liðunum, men í seinna hálvleiki díktu vertirnir á, og so gjørdist talan um veruligan stórsigur.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Fyrr um kvøldið spældi næstbesta liðið hjá H71 móti VÍF. Tann dysturin hevði bert kosmetiskan týdning, og sum væntað vann VÍF ein tryggan sigur, tá avtornaði.
Eisini spældu KÍF og Neistin í Kollafirði. Her megnaði Neistin heldur óvæntað at fáa javnt, men tað verða kortini KÍF og H71, sum koma víðari í hálvfinaluna.
H71 2-VÍF 21-29 (8-14)
KÍF-Neistin 27-27
H71-Team Klaksvík 35-21 (15-13)