Oddadystur í bestu mansdeildini í hondbolti var í dag í Kollafirði, har KÍF tók ímóti H71.
Undan dystinum var H71 oddalið við fullum stigatali, og tað eru hoyvíkingarnir framvegis.
Úrslitið av dystinum varð nevnliga, at H71 vann 25-20, eftir at støðan í hálvleikinum var 8-12.
Gestirnir vunnu seg væl framum seinastu løtuna undan steðginum, og fyrstu løtuna av seinni hálvleiki øktu teir munin upp í sjey mál. Tá var sigurin mest sum vísir, og oddaliðið hevði ikki stórvegis trupulleikar við at halda tørn.
Fyri KÍF skeyt Nicklas Selvig 8 mál. Tað sama gjørdi Peter Krogh fyri H71.
Ein dystur í FTZ-deildini varð spældur í Klaksvík í gjár, har StÍF vitjaði hjá Team Klaksvík. Dysturin endaði við stórsigri til gestirnar, 21-38.
Støðan í FTZ-deildini
H71 12 stig
KÍF 8
StÍF 6
VÍF 6
Kyndil 4
Neistin 4
Team Klaksvik 0