- Nevndin í H71 fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa nýggja venjaratoymið knýtt at felagnum, til eitt samarbeiði, sum vit vænta okkum nógv av, sigur H71.
Felagið ynskir eisini at takka Kára Nielsen fyri hansara avrik sum venjari tey seinastu trý árini, og fegnast eisini at hann framvegis er tøkur til ávísar serligar uppgávur og tiltøk hjá H71.










