TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna á Rás2, tá Tróndur Arge og viðmerkjarin, Julian Johansen tóku samanum dystin millum H71 og KÍF, sum H71 vann 25-20, og harvið ein samlaðan 46-43 hálvfinalusigur í Coca Cola steypakappingini.
Julian heldur, at H71 vísti nógvar góðar dygdir í dag, men við uppgangandi formkurvuni hjá neistamonnum, so væntar hann ikki, at H71 fær ein eins lættan dyst í steypafinaluni í høllini á Hálsi komandi leygardag.











