Seks dystir verða leiktir í bestu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum hetta vikuskiftið.
Í FTZ-deildini verða tveir dystir leygardagin klokkan 18. H71 tekur ímóti Kyndli, og KÍF tekur ímóti VÍF. Sunnudagin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og Neistin í Badmintonhøllini í Klaksvík. Neistin og H71 hava 29 stig, og Kyndil hevur 22 stig. Kyndil hevur leikt ein dyst færri enn H71 og Neistin.
Tríggir dystir verða leiktir í hvonndeildini leygardagin. Klokkan 15 tekur VB ímóti Neistanum suðuri í Vági. Klokkan 16.30 leika H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini, og klokkan 18 byrjar dysturin millum Stjørnuna og VÍF í KÍ-høllini. VÍF er oddalið við 34 stigum, Kyndil er nummar tvey við 30 stigum. VB er nummar trý við 27 stigum.
Rás2 fer at siga frá seinna hálvleiki av hvonn-dystinum millum H71 og Kyndil, og sagt verður frá øllum FTZ-dystinum millum H71 og Kyndil. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá, og Claus Rasmussen verður viðmerkjari.
Í sendingini SportBoxin á Rás2 var ringt til Claus Rasmussen, sum metti um dystirnar í FTZ- og í hvonndeildini. Claus væntar ikki, at Kyndil aftur fer at knógva H71. Claus heldur, at nú er H71-liðið betur samanspælt, og fer tí at vinna á Kyndli hesaferð.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr metingarnar hjá Claus Rasmussen.