Við Óla Mittún á odda vunnu dreingir 12 hjá H71 sannførandi móti VÍF í finaluni í Faxe Kondi steypakappingini seinnapartin. Hetta er fimta árið á rað, at hoyvíkingar vinna steypakappingina í hesum aldursbólkinum.
H71 kom best frá byrjan, og var eisini frammanfyri allan fyrra hálvleik. Vestmenningar fylgdu við ta fyrstu løtuna, men tá farið varð til hálvleik, høvdu hoyvíkingar lagt seg framum við trimum málum. Støðan í hálvleikinum var 8-5.
Vestmenningar hóttu ongantíð av álvara H71 í seinna hálvleiki. Hoyvíkingar vóru alla tíðina á odda við fýra-fimm málum, og endaliga úrslitið varð 17-12 til H71.
Dagsins leikari gjørdist Óli Mittún úr H71.
Málskjúttar hjá H71:
Óli Mittún 10, Eiri Jógvansson Glerfoss 3, Rói Seyer Hjaltason 2, Høgni Heinason 1, Aron Frankiesson Knudsen 1.
Málskjúttar hjá VÍF:
Tóri Dam 5, Brandur Bjargarson 4, Rúni Kjærbo 1, Rúnar Hammer 1, Hans Terji M. Hansen 1.
Steypafinalur í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti 2018:
Dreingir 12 ár:
Úrslit: 17-12 til H71 móti VÍF
Dagsins leikari: Óli Mittún úr H71
Gentur 12 ár:
Úrslit: 18-14 til H71 móti STÍF
Dagsins leikari: Jóhanna Sørensen úr H71
Dreingir 10 ár:
Úrslit: 11-9 til Neistan móti VÍF
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun úr Neistanum
Gentur 10 ár:
Úrslit: 13-12 til VÍF móti Kyndli
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF










