Orsøkin til, at H71 ikki møtti til dystin var trygdarstøðan í landinum, sum var hótt av kríggi.
Danska uttanríkisráðið mælti øllum donskum ríkisborgarum frá at fara til Ukraina. H71 kvinnurnar vóru tá staddar í Washawa í Póllandi. Samráðst var um at spæla dystin á uttanveltaðum vølli, men tað vildu ukrainsku kvinnurnar ikki.
Nú hevur aljtóða hondbóltssambandið gjørt av, at H71 tapir dystin 10-0. Ukreinsku kvinnurnar fara tískil víðari til hálvfinaluna í EHF European Cup Women.
Ikki nóg mikið við tí, at H71 er dømt at tapa dystin, men felagið hevur eisini fingið eina bót frá EHF upp á 52.000 krónur.
Hevði útfallið av dóminum hjá EHF verið øvugt, so var tað H71, sum slapp víðari til hálvfinaluna í EHF European Cup Women, tí tær taptu dystin í Føroyum við einum máli 26-27.