H71 bumbað niður

Uttan eina verju, ið var á tærnum, fekk H71 ikki gjørt nakað sum helst við skotsterka Neista-liðið

HONDBÓLTUR

Hóast meistaranir úr Hoyvík hava sagt farvæl við fleiri av stóru profilunum frá liðnum í fjør, so hava teir væl og virðiliga hingið í oddinum. Fyrst og fremst takkað verið eini góðari verju, umframt at spælararnir hava verið nóg kaldir til at taka av, tá møguleikarnir hava verið í álopsspælinum.
Hvørki av hesum riggaði tó serliga væl sunnudagin. Frá byrjan hevði Neistin hug at toga seg frá mótstøðuni. Hóast spælið ikki var so flótandi, so sluppu skjúttarnir ofta væl fram at skotum, tí hoyvíkarverjan mestsum einvíst hugsaði um Jugoslav Djumic á strikuni. Og í álopsspælinum rendu hoyvíkingarnir seg ofta í Ára Dam, sum stóð ein fínan dyst í Neista-málinum.
Og so slapp Neistin veruliga at folda seg út. Fleiri ferðir er funnist at, at spælið á liðnum ikki koyrir nóg væl. Og tað er kanska rætt. Men við teimum profilum, sum liðið telur, so kunnu mál koma frá øllum kantum og vinklum, og tað var tað, sum hendi hesaferð.
David Edvardsen, sum var hálvskaddur, bankaði 10 mál inn av høgra veingi, og í hinum borðinum hevði Sjúrður Thomassen ein frálíkan dyst, har sjálvsálitið bara tóktist at økjast fyri hvønn minutt, sum gekk av dystinum.
Seinna hálvleik skrædnaði av álvara, tá hoyvíkingar eina løtu høvdu hug at forcera í spælinum, soleiðis at mistøkini gjørdust fleiri, og so trumlaði Neistin avstað.
Enn er fyrsti fjórðingurin av kappingini bara farin gott og væl aftur um bak, men tað er longu nú nógv, sum bendir á, at Neistin verður drúgvari í ár, enn teir vóru tað í fjør. Framvegis er profilar á liðnum, sum ikki veruliga hava verið í spæl, og hópurin er tí breiðari enn hann er hjá nøkrum av mótstøðuliðunum.
Hoyvíkingar prógvaðu tað ikki hesaferð. Men teir hava kvalitetir, sum kunnu senda teir heilt fram, og megna teir at beina skútuna aftur á beint, áðrenn teir næstu ferð møta strandingum, leggja teir seg alt fyri eitt út aftur í stríðið um finalupláss.