H71 hevur annars verið í tungum sjógvi seinastu vikurnar, og teir hava verið aftastir í Atlantic Airways-deildini.
Men tað sást nú ikki nakað til í dag. Fyrra hálvleik gekk javnt á, men tá gestirnir fingu ferð á eftir steðgin, megnaði StÍF ikki at gera nakað.
Endin varð, at hoyvíkingar veruliga runnu strandingarnar um koll, soleiðis at ein kærkomin sigur varð vunnin.
Fyri StÍF skoraði Leivur Justinussen 4 mál. Janus Sørensen skeyt 6 av málunum hjá H71.
StÍF-H71 18-26 (9-9)










