H71 bjóðar Europa av

Bæði kvinnurnar og menninir hjá H71 spæla um vikuskiftið í EHF Europa Cup-kappingini, har kvinnurnar spæla bæði heima- og útidyst í Føroyum ímóti makedonskari mótstøðu, og menninir spæla heimadyst ímóti norskum stórfelag.

(savnsmynd)

Tá ið H71 í vár vann steypakappingina í hondbólti hjá bæði kvinnum og monnum, tók felagið avgerð um, at bæði liðini skuldu sleppa at royna seg í EHF Europa Cup-kappingin. Nú verða so tríggir av teimum fýra dystunum spældir í høllini á Hálsi um vikuskiftið.

 

Kvinnurnar, sum ongantíð áður hava spælt europeiskar dystir, skulu møta makedonska liðnum, WHC Cair úr Skopje, og er her eydnast at fáa báðar dystirnar til Føroya. H71 og WHC Cair spæla leygarkvøldið klokkan 18 og sunnukvøldið klokkan 18, og bæði kvøldini er upphiting undan dystunum.

 

– Hetta verður ein ordiliga spennandi uppgáva, tí vit hava nú verið í eini stórari menning í fleiri ár í bestu deildini, so hetta er rætta løtan hjá okkum at fara út í Europa at royna okkum, sigur ein av royndastu spælarunum hjá H71-kvinnunum, Maria Halsdóttir Weyhe.

 

H71 vónar, at nógv fólk koma í høllina á Hálsi at síggja allar tríggjar dystirnar, men berst frá, er framvegis møguligt at keypa dystirnar á live.hsf.fo, har samstarvað verður við FM1 um frásøgnina, meðan dystirnir ganga.

 

Ikki so langt aftanfyri

 

Menninir spæla á øðrum sinni europeiskar dystir, tí í fyrraárið spældu teir ímóti slovenska Maribor Branik, og tá eydnaðist teimum at vinna fyrra dystin, men slovenarnir gjørdu bart og vunnu seg víðari við størri sigri í seinna dystinum.

 

Hesaferð er mótstøðuliðið norska Drammen HK, sum er eitt lið, ið av álvara hevur bjóðað av í toppinum í bestu norsku deildini seinastu árini, so tí kunnu H71-menninir vænta sær sera sterka mótstøðu í sínum heimadysti, sum verður á Hálsi leygarkvøldið klokkan 20.

 

– Upplivingin í fyrraárið, tá ið vit vunnu fyrra dystin, var ordiliga góð, tí tað fortaldi okkum, at vit kanska ikki eru so langt aftan fyri hini liðini í Europa allíkavæl. Og tað gevur okkum áræði og hug at vera enn betur fyri hesaferð, sigur kviki H71-vongurin, Pætur Thomsen.

 

– Fyri okkum er tað ordiliga stuttligt aftur at fáa møguleikan í ár, og gevur okkum nakað eyka, at vit í fyrireikingini til hetta kappingarárið eisini hava havt hetta at vant fram ímóti, umframt føroysku kappingina.

 

Útidysturin hjá H71-monnunum verður spældur sunnudagin 24. oktober klokkan 16 í Drammenshallen í Drammen.

 

(savnsmynd)