H71 betri enn vit

– Um vit hyggja at finalunum, so var H71 betri enn vit, viðurkennir ein av VÍF-spælarunum, Áki Olsen, sum heldur, at tað í síðsta enda ikki gagnaði VÍF, at liðið longu langt síðani hevði vunnið seg í FM-finalurnar

HONDBÓLTUR

 

Í ein heilan mánað, áðrenn fyrsta FM-finalan skuldi spælast, vistu tey í VÍF av, at tey fóru at verða partur av absolutta endaspurtinum, samstundis sum tað var upp til onnur lið at kappast um hitt plássið í finaluni. Ta kappingina vann H71 so á Neistanum.

– At vit vóru klárir til finalurnar nokk so tíðliga, gjørdi sítt til, at vit fóru niður í ein aldudal og skuldu vinna okkum uppaftur. Men tað var ov tungt, og vit komu ikki ordiliga upp á toppin, nú alt skuldi avgerast, ásannar Áki Olsen, sum er ein av týdningarmestu spælarunum hjá VÍF.

– Um vit hyggja at finalunum, so var H71 betri enn vit. Serliga í hesum seinna dystinum vóru teir eitt sindur kaldari enn vit, tá á stóð, meðan vit kiksaðu og ikki fingu tað burturúr, vit høvdu ætlað okkum. Yvirhøvur hevur H71 havt takið á okkum í vetur.

Áki Olsen væntar, at H71 kann gerast eitt lið, sum nógv verður at síggja til, men hann heldur samstundis, at týdningurin, Halgir Dahl Olesen hevur havt fyri liðið, ikki skal undirmetast:

– Hann hevur nógv at siga fyri liðið, bæði í verju og álopi, so tað fer at merkjast, at hann gevst nú. Men teir hava eitt ógvuliga ungt lið, so einki er at ivast í, at har er stór framtíð.

 

H71 væl betri

Formaðurin í VÍF, Niels Joensen, var í tí løgnu støðu, at hóast felag hansara hevði tapt finalurnar ímóti H71, hevði hann nakað at gleðast um kortini, tí sonurin, Regin Joensen, spælir við hoyvíkingum og er føroyameistari.

– Ja, eg unni Regini tað væl, og hann hevur arbeitt hart fyri tí. Hetta var væl uppiborið hjá H71, bæði skírisdag og serliga nú í seinna dystinum, tí H71 var væl betri. Fingurin kann ikki setast á føroyameistaraheitið hjá teimum, sigur Niels, ið tó ikki blandar seg uppí, um sonurin kemur aftur til VÍF ella ikki.

– Tað er ikki upp til mín, men venjaran. Og vil venjarin hava Regin til Vestmanna at spæla, so ræður Regin sær sjálvum. Vil hann koma norður, er tað gott, men vil hann verða verandi í Hoyvík, stuðla vit honum sjálvandi í tí.