Tað gekk javnt á meginpartin av tíðini, tá Tjaldur og H71 spældu í Runavík mikukvøldið.
Landskappingardysturin endaði tó við, at H71 fór avstað við einum trý máls sigri. Hesa leiðslu fingu hoyvíkingar ikki fyrr enn í seinastu minuttunum av dystinum, tá tað tóktist, sum orkan gekk undan hjá heimaliðnum.
Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men H71 helt seg framman fyri mesta av tíðini. Teir sluppu tó ongantíð frá Tjaldur, sum alla tíðina hekk í. Fram móti hálvleikinum tók Tjaldi H71, men tá fyrri hálvi tímin var spældur stóð á jøvnum 13-13.
H71?ari í Runavík
Hjá heimaliðnum var Mortan Hansen støðug hóttan, og hann gjørdist eisini toppskjúttin hjá Tjaldri við sjey málum. Tað var ikki minst í fyrra hálvleiki, at hann hevði stóran týdning fyri liðið.
Ein av spælarunum á heimaliðnum hevur áður spælt við H71. Tað var Tróndur Vatnhamar, sum eisini er kendur sum málverji hjá B36. Tróndur gjørdi mikukvøldið tvey mál fyri Tjaldur.
Hjá H71 vóru tað Finnur Hansson og Bjarni Wardum, sum vóru profilar. Teir gjørdu báðir nógv mál, og teir kendu stóra ábyrgd á sær í álopsspælinum.
Fóru frá Tjaldri
Í seinna hálvleiki leikaði eisini javnt á mesta av tíðini. oftast vóru tað hoyvíkingar, sum stungu seg fram um við einum ella tveimum málum, men drúgvu tjaldursmenninir bardu seg inn aftur í dystin.
Tað kravdi nógv orku at fylgja við ágangandi H71-liðnum, og tað kostaði í seinasta enda.
Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla, fingu hoyvíkingar alt í einum avgerandi tak á dystinum. Teir fóru eftir lítlari løtu fram um við fýra málum, og so var dysturin avgjørdur. At Tjaldur so skoraði eitt mál í seinastu løtu pyntaði bara upp á úrslitið.
Dysturin var lívligur og til tíðir hart spældur. Ein á heimaliðnum fekk reyða kortið, men aðrar støður vóru, har spælararnir ivaleyst kundu verið harðari revsaðir.
Sigurin í Runavík var tann triðji hjá H71 í líka nógvum dystum í ár, og H71 liggja í løtuni stavn um stavn við Neistan og VÍF.
Tjaldur-H71 24-27 (13-13)
Málskjúttar
Tjaldur: Mortan Hansen 7, Dragisa Stejovic 6, Sverri Justinussen 3, Arnfinn Langgaard 3 (3), Zorari Sarcevic 2 (1), Tróndur Vatnhamar 2, Sverri í Heiðunum 1 (1)
H71: Finnur Hansson 9 (2), Bjarni Wardum 7 (3), Halgir Dahl-Olsen 4 (1), Olaf Vestergaard 3, Petur Rusbach 2, Janus Joensen 2.
Brotskøst: Tjaldur 6, H71 8
Útvísingar: Tjaldur 4, H71 5
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústinus Justinussen