H71 aftur á sigurskós

H71 vann í dag fyri fyrstu ferð í fýra dystum

H71 vann dag lættan 38-21 sigur á botnliðnum Team Klaksvík. Longu í hálvleikinum varð greitt, at H71 fór at vinna dystin, tí tað var støðan 18-10.

 

Hoyvíkingar hava annars ikki fingið fult í trimum dystum, undan dystinum í dag. Teir hava tapt fyri StÍF og VÍF, meðan teir spældu javnleik móti Neistanum.

 

Jónas Djurhuus, sum var við aftur eftir leikbann, bleiv toppskjútti hjá H71 við sjey málum, meðan Vilhelm Vilhelmsen skoraði seks mál fyri Team Klaksvík.

 

FTZ-deildin: 

H71 – Team Klaksvík 38-21 (18-10)

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71164303389227
2VÍF154023831920
3KÍF143453153017
4Kyndil154003722817
5StÍF15392390213
6Neistin14325341-1610
7Team Klaksvík15341496-1550