H1N1
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroyskir kommunulæknar eru sannførdir um, at H1N1 – fyrr kallað svínakrím – veruliga er úti millum føroyingar, og at tað eru sera nógv, sum hava havt sjúkuna.
Hetta er tó ikki nakað, ið gevur heilsuverkinum høvuðbrýggj, tí tað er leingi síðani heilsuverkið gavst at taka laboratoriiroyndir av øllum teimum, ið vísa sjúkutekin, og bert tekur sær av teimum, sum eru í vandabólkunum.
Fatanin millum flestu kommunulæknar er tó, at H1N1 blómar hesa tíðina, og at tað eru nógv fólk sum hava sjúkuna og leggjast sjúk við fepri í tríggjar til fýra dagar við teimum sjúkueyðkennum, sum eru fyri sjúkuna.
Tað er tó ikki útbreiðslan av sjúkuni, sum ørkymlar føroyskar kommunulæknar, men hinvegin koppsetingin og ætlanirnar við koppsetingini móti H1N1.
Bílig argument
Sambært Jenis av Rana, politikara og kommunulækna, er tað ringt at fylgja argumentunum fyri at koppseta.
- Tað eru deildar meiningar um koppsetingina, og eg havi ringt við at fylgja argumentunum hjá landslæknanum. Eitt nú sigur hann, at tað er neyðugt at koppseta fyri at halda samfelagshjólunum koyrandi, men tað keypi eg altso ikki. Tað er for bíligt. Tað plagar at skula vera medisinsk argument fyri at koppseta, og ikki samfelagslig, vísir Jenis av Rana á.
Hann heldur eisini, at ætlanin at koppseta øll eftir tilbúgvingarætlanini, sjálvt tey longu hava havt sjúkuna, er burturvið.
- Eg havi ilt við at skilja hví mann eisini skal koppseta tey, frísk fólk, sum kanska longu hava havt sjúkuna, tí tey hava longu fingið ta bestu koppsetingina, ein kann fáa, sigur Jenis av Rana. Her sipar hann til, at tá fólk hava havt eina sjúku, hevur kroppurin longu ment antievni móti sjúkuni, og at tað tískil ikki skuldi verið neyðugt at koppsett.
Eitt av argumentunum fyri at koppseta, er at sjúkan møguliga kann mutera seinni, og eisini hetta heldur Jenis av Rana vera heldur bíligt.
- Um H1N1 muterar, so er tað jú líka mikið, tí tá virkar henda koppsetingin als ikki, so tað nyttar einki at koppseta móti at hon møguliga kann mutera, vísir Jenis av Rana á.
Oyðsla koppseting
Eitt annað, sum nógv eisini verður tosað um millum føroyskar kommunulæknar, er hví danska Heilsustýrið mælir til tvær koppsetingar, tá Heimsheilsustovnurin undir ST, WHO, mælir til eittans prik.
- Koppsetingin er mangulvøra í løtuni, og er tað so, at bert eitt prik er nokk, so sum WHO mælir til, so kunnu vit koppseta alt fleiri fólk við teirri mongdini, sum vit fáa, vísir Jenis av Rana á.
Hann heldur eisini, at um ein kundi ávíst við eitt nú eini blóðroynd, at viðkomandi longu hevur havt sjúkuna, og harvið hava antievnið í kroppinum.
- Vit burdu fingið avklárað, um hetta ber til. Hetta hevði so eisini kunna spart okkum fleiri túsund koppsetingar, Jenis av Rana dent á.
Hann sigur tó eisini, at hetta eru ting, sum hann als ikki hevur kannað enn, um tað ber til, men heldur eru tankar hjá honum sjálvum.
Einki garanti
Eitt annað evni, ið hevur fylt nógv í prátinum læknanna millum og í miðlum uttanlands, er, at framleiðararnir ikki vilja standa inn fyri at koppsetingin virkar, ella at teir kunnu stillast til svars fyri møgulig hjáárin.
Hetta hava teir, sigst, fingið allar keypararnar at skriva undir upp á, áðrenn teir kunnu keypa koppsetingina. Orsøkin skal vera, at neyðuga tíðini ikki hevur verið til at gera nóg gjøgnumførdar kanningar.
- Hetta tykist mær sera ódámligt, staðfestir Jenis av Rana.