H1N1-beinkrím neyvan vandamiklari enn vanligt vetrarkrím

Hóast H1N1-beinkrímið spjaðir seg skjótt og heimsheilsufelagsskapurin WHO rópar varskó, so er í fyrstu atløgu eingin orsøk at stúra Teir tilburðir av H1N1-beinkrími, áður nevnt svínakrím, sum vit kenna til í vesturheiminum, hava víst seg at vera lutfalsliga vandaleysir. Seinastu tølini frá WHO vísa, at tey 80, ið hava fingið staðfest krímið, ikki eru í lívsvanda.

Í viðmerking til aktuellu støðuna sigur Høgni Debes Joensen, landslækni soleiðis.

- Støðan er hon, at talan er um eina nýggja subtýpu av influensavirus, men við teimum upplýsingum, sum vit hava, er eingin orsøk til at halda, at hendan nýggja týpan verður verri enn ein vanlig vetrarinfluensa, sum vit hava næstan á hvørjum ári, greiðir Høgni Debes Joensen frá.

- Í Danmark doyggja á hvørjum ári eini 1000 til 2000 fólk um árið av vetrarinfluensa, og í Føroyum liggur talið millum 5 og 25 um árið, sigur landslæknin.

Landslæknin fylgir gongdini neyvt, og fer javnan at gera viðmerkingar til aktuellu støðuna viðvíkjandi H1N1-beinkríminum.