Høyre gjørdist tann stóri vinnarin á norska lokalvalinum í gjár. Úrslitið var tað besta á einum lokalvali síðani 1979.
Hevði valið í gjár verið stórtingsval, hevði stjórnarsamgongan mist meirilutan. Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði mist ein stórtingslim, og Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði mist fýra av sínum 11 tinglimum. Miðflokkurin hevði varðveitt sínar 11 tinglimir. Stjórnarsamgongan hevði fingið 81 tinglimir, um tað var stórtingsval.
Hinumegin hevði Høyre fingið 19 tinglimir afturat teimum 30, sum flokkurin hevur. Hinvegin hevði Framburðsflokkurin mist helvtina av sínum 41 tinglimum, og Kristiligi Fólkaflokkurin og Vinstri høvdu fingið hvør sínar níggju stórtingslimir. Tilsamans høvdu teir borgarligu flokkarnir fingið 88 stórtingslimir.










