Heimsins mest vandamikli hávur, tann sonevndi Bull Shark, svimur millum húsini í Avstralia, har ógvusliga vatnflóð herjar í hesum døgum, skrivar Politiken. Hávurin er sæddur í Goodna, sum liggur í útjaðaranum í Ipswich vestan fyri Brisbane. Tað hevur býráðslimurin Paul Tully sagt við sjónvarpsrásina ABC News í dag. Tað er vanligt við hávum í áunum har á leiðini, sigur Paul Tully, sum tó hevði forsvorið, at hávar fóru at svimja á gøtunum í Goodna.
Gøturnar í Brisbane lógu í dag millum fýra og seks metrar undir vatnskorpuni.