Høvuðsstaðurin tørv á 600 nýggjum búeindum

Borgarstjórin sigur, at neyðugt er at byggja 600 búeindir frá 2018 til 2022

Um eftirspurningurin á bústøðum skal mettast í høvuðsstaðnum, so er neyðugt at byggja 600 nýggjar búeindir næstu árini. Tað upplýsti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Dag&Viku fríggjakvøldið.


- Sambært teimum tølum vit hava fingið at vita, so skulu tað byggjast 600 búeindir frá 2018 fram til 2022. Tað vil siga 150 búeindir um árið og tað er kanska ein íløgutørvur upp á eini 300 milliónir. So hetta er ein stór uppgáva og muga vit seta inn á nógvum økjum. Vit muga fáa fleiri leigubústaðir, fleiri eigarabústaðir, fleiri grundstykkir, so tað er pláss til ein og hvønn tørv og ein og hvønn borgara, ið hevur ymisk ynskir, segði Annika Olsen við KVF.


Tórshavnar kommuna skipar í vikuni fyri einum evnisdegi fyri byggifeløgum, pensjónsfelgøum, bankum, tryggingarfeløgum og øðrum, har bústaðartrotið í høvuðsstaðnum verður sett á breddan. Vónin hjá borgarstjóranum er, at dagurin kann vera við til at skipa eitt samstarv, ið kann fara í holt við at veita fleiri bústaðir í høvuðsstaðnum.