Høvuðsstaðurin hevur ongar ætlarnir um svimjihyl

Tórshavnar kommuna hevur ongar ítøkiligar ætlarnir at byggja ein 50 metra svimjihyl í løtuni. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Jógvan Arge, sum er formaður í Mentamálanevndini í Havn, greiddi mánadagin frá, at onkustaðni í ikki so fjarari framtíð liggur hugskot um at útvega eina svimjihøll afturat í Tórshavnar kommunu, tí tann verandi hylurin stendur at bresta av mongu vitjanunum.

Jógvan Arge segði eisini, at møguleiki var, at Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið kundu samstarva í hesum málinum.

Men sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra, fer Tórshavnar kommuna ikki at byggja ein slíkan hyl í bræði.

- Vit hava ikki viðgjørt málið. Men kommunan hevur gjørt íløgur fyri gott og væl 600 milliónir krónur til ellisheim og tveir skúlabygningar. Vit hava ongan møguleika at fíggja einum svimjihyli í løtuni. Vit eru, eins og onnur, rakt av fíggjarkreppuni, og nú ræður um at halda tørn, sigur Heðin Mortensen við Rás2 í dag.

Hann vísir eisini á, at trupulleikin er ikki at byggja ein 50 metra kappingarhyl, men raksturin verður ikki yvirkomiligur í longdini.