Høvuðsstaðurin er undir trýsti

NSÍ og EB/Streymur eru eftir fulla úrtøku í stevnudystum í kvøld oddalið í Formula deildini. Tað verða tey eisini, tá ið 13. umfar fer at verða liðugt spælt í morgin.

Spurningurin er, um B36 fer at megna at halda tørn í tøttu kappingini í toppinum. Um B36 skal halda tørn, so skal árstalsfelagið vinna á Argjum í morgin.

Eftir tapið á Sandi fyri einari viku síðani undirstrikaði HB leiðslan staðiliga, at hon hevði fult álit á venjaranum. Inntil annað verður at frætta, verður tað gingið út frá hesi útsøgnini.

Lagið var einki at reypa av, tá ið HB ferðalagið í kvøld fór úr Runavík og aftur til Havnar.

KÍ tapti í Streymnesi í kvøld. Um AB á heimavølli ímóti B36 ella VB/Sumba á útivølli á Skála fer at fáa fulla úrtøku í morgin, so fer tað av álvara at brenna undir klaksvíkingum.

 

13. umfar

Leygardagin 16. juni:

EB/Streymur-KÍ 2-1 (2-0)

NSÍ-HB 1-0 (0-0

Sunnudagin 17. juni:

AB-B36 - Páll Augustinussen kl. 15.00

GÍ-B71 - Petur Reinert kl. 15.00

Skála-VB/Sumba - Ransin Djurhuus kl. 15.00

 

Støðan

NSÍ 28 stig

EB/Streymur 28 stig

B36 25 stig

HB 20 stig

GÍ 16 stig

Skála 16 stig

B71 15 stig

KÍ 12 stig

AB 7 stig

VB/Sumba 7 stig