Ætlaði at skriva hesa grein í jólamánaðinum, men mær dámar best frið frammanundan og um jólahalguna.
Fari fyrst at ynskja øllum landsmonnum mínum eitt gott og eydnuberandi nýggjár og at vit vinnuliga fáa neyðuga eyðsýnda framgongd, so landið bjargast í komandi árum.
Føroyingurin er vanliga tolin, letur sær nógv bjóða, men samstundis síggja vit, hvussu føroyski bygnaðurin í seinastuni hevur lagt upp til, at vit skulu liva av berari sentralistiskari “vælferð”, og sum føroyski búskaparráðgevin Hermann Oskarsson, tók til í útvarpsrás - nakað soleiðis - at “jú, sjálvandi skal vinnulívið eisini vera her”!
Hetta er ikki bara útsøgn av handahógvi, men umhugsaður skaðiligur tendensur, sum er tangeraður av mongum og fleiri ferðir.
Styrkja økini
Tá ið leið nakað út á seinasta heyst, kom mentamálaráðharrin við teirri avgerð at savna nakrar útbúgvingar soleiðis, at maritimu útbúgvingarnar skuldu leggjast í Klaksvík, har hesar útbúgvingar frammundan hava verið. Hetta var sjálvsøgd og ein búskaparlig sparandi menning av hesum útbúgvingum.
Tað var syndarligt at síggja, hvussu ein fyri og annar eftir av býráðslimunum í høvuðsstaðnum poppaðu upp við mótmælum, tí “Havnin verður ruinerað”.
Vit eiga at gera okkum púra klárt, at Føroyar hava fyrimunir av at hava nøkur sterk øki í landinum, sum ikki bara liva av innspræningum frá danska blokkinum men eisini av útflutningsvinnuni, sum fyri tað mesta er úti um landið.
Samstundis skulu vit samfelagsliga gera okkum greitt, at skulu hesi sterku øki úti um landið hava møguleika fyri at yvirliva, hava eina víðari menning og framvegis geva gylt til samfelags út- og uppbyggingina, so skulu tey vera ein heild.
Burðardygga Eysturoyarøki og Klaksvík
Lat meg geva eitt dømi: Eysturoyggin og Klaksvík eru vinnuliga samanlagt sterkastu øki í landinum, Kambsdalur og Klaksvík hava uppbygt eina sunna miðnámseind og einum hollum sjúkrahúsi og øðrum, samstundis at Skálafjørðurin er sera sterkur á mongum økjum, gevur Føroyum yvirlivingarmøguleikar.
Leggjast skal afturat, at verða fleiri almennir stovnar fluttir til hetta øki so fáa vit:
Eina dynamiska heild, sum ikki bara livir av blokkinum og tess avleiðingum
Bíligari leiguprísir tí tað avlastar “trykkventilarnar” í høvuðsstaðnum
Krøvini frá arbeiðsfólki gerast heldur realistiskari til føroysk viðurskifti
Eina sunna blanding av fría fyritaksseminum og almennum stovnum
Eitt nógv sunnari og meiri burðardygt samfelag.
Ongastaðni er staðfest heldur, at Strandferðslan ikki virkar væl, nú hon er í Suðuroy og heldur ikki Skipaeftirlitið í Miðvági. Nú skal eg ikki pástanda – tvørturímóti!
Einki er at taka seg aftur í, at høvuðsstaðarpressan – møguliga uttan at hugsa um tað – skorðar væl undir burðartungu sentralismuna við teirra tørvandi sjónaringi. Eg havi varðhugin av, at tá teir eru uttan fyri teirra sjónaring, úti um landið, halda teir, at “tað eiga føroyingar úti um í landinum at “takka okkum fyri””!
Føroyar áttu at havt eitt virðiligari býráð í høvuðsstaðnum, tað er bæði synd, skomm og syrgiliga samfelagsskaðiligt at føroyski høvuðsstaðurin er mannaður við 13 grátubørnum, tí ikki skulu tey bara hava alt, men ongin annar skal hava nakað!
Nei, Føroyar hava brúk fyri vinnuligum útflutningsdynamikki og nøkrum fáum sterkum blandaðum økjum kring landið, tí vit droyma okkum við blokkinum ikki burturúr samfelagskreppuni, vit í dag eru í, sum kann gerast djúpri og djúpri!