Høvuðsstaðarkommunan stuðlar útoyggjafólkunum

Kravgonga verður út á Tinganes í dag

Tá ið kravgongan við útoyggjafólkum í dag fer út á Tinganes at hitta landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old og handa honum skriv, sum lýsa avleiðingarnar, ið samferðsluruðuleikin hevur á gerandislívið og vinnulívið í teirra økjum, so verður tað við kommunalum stuðli. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, boðar í tíðindaskrivi í morgun frá, at høvuðsstaðarkommunan stuðlar mótmælinum í dag.


- Tað er avgjørt rímiligt at krevja, at Strandfaraskip Landsins fær hægri raðfesting nú, at ein “ferjuætlan” verður gjørd fyri endurnýggjan av elligamla flotanum hjá Strandfaraskipum Landsins, og at eitt líkinda avloysaraskip verður útvegað, sum nøktar veruliga tørvin á smáu oyggjunum, skrivar Annika Olsen og leggur afturat.


- Hetta eru krøvini frá mótmælisgonguni út í Tinganes í dag, sum eisini verða stuðlað av útoyggjafelagnum, sum í áravís hevur kravt, at ferðasambandið til oyggjarnar skal vera so mikið gott, at tað stuðlar uppundir búseting í bygdunum.


Í Tórshavnar kommunu eru fleiri oyggjar, ið hava sjóvegis samband, og vil borgarstjórin vera við, at hesar farleiðir hava verið niðurraðfestar.


- Farleiðin út í Hest er so niðurraðfest nú, at fyri fleiri, sum hava hug til tess, er ikki livandi í oynni. Verður onki gjørt liggur oyggin skjótt manntóm. Ternan er lívæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta kemur fyri, at skipið fer í sigling aðrastaðni, ella at ferðaætlanin ikki verður hildin. At nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband millum heimbygdina og Havnina, kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka.


- Nólsoyingar eru glaðir fyri Ternuna, men tíverri hendir tað ov ofta, at hon er avloysaraskip, og so verða onnur ov lítil og óegnað skip sett í sigling. Harumframt mugu avloysaraskipini eisini avlýsa túrar vegna veður, sum Ternan ikki hevði avlýst.

 Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða.


Annika Olsen endar skrivið við at heita á myndugleikarnar at eitt nýtt avloysaraskip til vega, so at borgararnir fáa eitt skip, ið tey kunna líta.


- Eg fari tí at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eitt annað avloysaraskip beinanvegin, soleiðis at øll fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skúla, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur daglig ørindi, skrivar Annika Olsen.