Høvuðslutirnir eru tørvurin á arbeiðsmegi og kommunali geirin

Jan Mortensen sigur, at høvuðslutirnir í frágreiðingini frá Búskaparráðnum eru tørvurin á arbeiðsmegi og kommunali geirin, og har er hann samdur við ráðnum í teirra atfinningum

Jan Mortensen er stjóri í Vinnuhúsinum. Hann sigur, at hóast tað í frágreiðingini frá Búskaparráðnum verður varpað ljós á fleiri trupulleikar við føroyska búskapinum, so eru tað eftir hansara tykki tveir høvuðslutir, sum stór vekt eigur at verða lagd á.
– Har vera ymisk ting tikin fram, men tað eru eftir mínum tykki tveir høvuðstrupulleikar í føroyska búskapinum, sum eisini verða nevndir í frágreiðingini, sigur Jan Mortensen.
– Tann eini trupulleikin er tørvurin á arbeiðsmegi í Føroyum. Tað verður nevnt tíðliga í frágreiðingini, men so verður ikki gjørt meiri við evnið. Tað undrar meg eitt sindur, og eg kundi eisini hugsað mær, at teir gjørdu meiri við tað, sigur Jan Mortensen.
Hann heldur, at tørvurin á arbeiðsmegi longu í dag er ein trupulleiki, og um vit ikki gera nakað við trupulleikan nú, so fáa vit ein stóran samfelagsligan trupulleika um nøkur ár.
Jan Mortensen vísir á, at vit áttu at fingið arbeiðsmegi inn úti frá, fyri at fáa loyst tær uppgávur, sum skulu gerast. Spurdur um arbeiðsmarknaðurin er búgvin til hetta, svarar stjórin í Vinnuhúsinum, at tað er heldur ein spurningur um arbeiðsmarknaðurin hevur ráð til annað.
Jan Mortensen undrast eisini á, at onki verður gjørt við henda trupulleikan frá politiskari síðu.
– Ofta hava vit hoyrt, at hetta er eitt øki, sum hoyrir til danskar myndugleikar, men um danskir myndugleikar ikki vilja gera nakað við henda trupulleikan, so haldi eg, at vit eiga at yvirtaka økið, heldur Jan Mortensen.

Kommunali geirin
Hin høvuðstrupulleikin er fíggjarstýringin hjá kommunum. Tað, sum Jan Mortensen kallar kommunali geirin.
– Land og kommunur mugu gera felagsfíggjarætlanir. Tað vildi verið púra natúrligt, um kommunufeløgini gjørdu hesar ætlanir í samstarv við landið. Megna feløgini ikki tað, so mugu politikarar landsins hava dirvi til at gera tað, heldur stjórin í Vinnuhúsinum.
– Í kommununum síggja vit gjøgnumgangandi ein góðan hug at brúka pengar. Men hugurin er minni góður til at hava eitt lágt skattaprosent, sum hevði tryggjað ein góðan trivna, sigur Jan Mortensen.

Upplop
Í frágreiðingn sínari sigur Búskaparráðið, at vøksturin í búskapinum neyvan fer at halda áfram við somu kós og somu ferð.
– Tann trongheitin vit síggja á arbeiðsmarknaðinum ger, at ferðin ikki far verið tann sama. Hinvegin síggja vit heldur ikki tekin um nakra niðurgongd, sigur Jan Mortensen.
Vit spyrja eisini stjóran í Vinnuhúsinum, hvat hann heldur í mun til spurningin um inn- og útflutning.
– Við nýggju lánimøguleikunum, vit hava fingið frá bankunum, hava føroyingar fingið eitt fíggjarligt frælsi. Og sjálvandi sæst ein beinleiðis ávirkan av tí beint tá, sigur Jan Mortensen, sum heldur at talan er um eitt upplop.
– Men er eitt stórt undirskot á handilsjavnanum fleiri ár á rað, so hava vit ein trupulleika, sigur Jan Mortensen.