Høvuðsavrikini við framhaldi!

Leivur Hansen, borgarstjóri í Tórshavn, eigur tøkk fyri áhugaverdan og ikki sørt stuttligan lesnað um høvuðsavrikini, ið sitandi býráð hevur framt undir hansara leiðslu hesi seinastu fýra árini.

Sjúrður Poulsen



Frágreiðingarnar hava staðið í bløðunum hesar seinastu dagarnar. Tá tú hevur lisið fyrra part, var fryktandi fyri, at nú mundu ikki fleiri brøgd vera at nevna. Men her fór tú skeivur, tí seinri partur var ikki soltnari. Kanska heldur hin vegin, og ikki var tað so heilt lítið, ið hetta minti teg um talið á Tívilsdøtrum. Her var ikki endi á.

Kortini var tað so løgið, at einasta ynski, ið undirritaði, saman við kirkjuráðnum í Vesturkirkjuni fleiri ferðir hevur borið fram fyri býráð og borgarstjóra, bæði skrivliga og munnliga, ikki taldist millum avrikini.

Ynski er, at býráðið breiðkar tann stubban av vegi, ið eftir er frá brúnni um Rættará ? eystanfyri Vesturkirkjuna og niðan í Frælsa vegin.

Tey eru ógvuliga mong, ið bæði ganga og koyra eftir hesum fáu hættisligu metrum, sum undrast á, at arbeiðið ikki fyri langt síðan er fingið frá hondini.

Vónandi er tað bara eitt mistak, at borgarstjórin ikki nevndi hetta arbeiðið sum eitt av komandi avrikunum.