Runavík vann kappingin um útgerðarhavnina fyri 6 árum síðani. Nú seks ár seinni verður enn satsa nógv uppá at fáa ein oljumiðdepil á Skálafjørðinum.
Hans Jacob Lamhauge er borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
– Tað hava verið nakrar boringar undir Føroyum. Allar eru so gingnar út frá havnini í Runavík. Tað hevur verið eitt sindur óstøðugt, og virksemið hevur mest verið um summarið, sigur Hans Jacob.
Hesi seks árini hava tó gingið væl, og teir hava havt gott samstarv við stóru oljufeløgini.
– Vit hava einans fingið positivar afturmeldingar frá oljufeløgunum. Vit fáa vitjan av BP í heyst, og aftaná teirra royndarboring er sáttmálin útgingin. Tá verður avbjóðingin so at fáa eina nýggja avtalu, sigur hann.
– Nú hava vit verið við í leitifasuni, og vit droyma um at finna olju. Vit hava tað eisini við í býarætlanini á bæði eystara og vestara armi, sigur Hans Jacob.
Høvuðsdepilin í einari møguligari oljuvinnu verður helst millum Skála og Skálafjørð.
– Økið millum Skála og Skálafjørð er væl egnað. Har eru eingin hús nærhendis, og tí verður eingin órógvaður av larmi. Tað er eisini sentralt, og tað liggur tætt við skipasmiðjuna, sigur borgarstjórin.
Vaksandi áhugi fyri grundstykkjum
Býráðið hevur tó ikki satsa so nógv uppá oljuna, at tað gevur bakkast, um eingin olja er.
– Vit hava ongar pengar sett í tað. Vit hava einans lagt upp fyri einari møguligari oljuvinnu í býarætlanini. Vit vilja fegin, at hon skal vera á Skálafjørðinum.
Skálafjørðurin hevur rættiliga verið í miðdepilinum og við einari útgerðarhavn og undirsjóvartunnili kann ímyndast, at tað gerst eitt valdsøki í Føroyum, sum fer at kappast við høvuðsstaðin. Tey merkja eisini, at tað er stórur áhugi fyri grundstykkjum í Runavíkar Kommunu
– Vit hava rættiliga nógvar umsóknir. Tað vísir seg, at ansingarplássini mugu fylgja við grundstykkjunum. Fólk søkja ikki um grundstykki, um tey ikki fáa ansingarpláss. Tá ið vit komu út við, at keldan verður nýtt til barnaansing, komu fleiri umsóknir um grundstykki longu dagin eftir, sigur Hans Jacob.
Umsitingin í Havn
Hans Jacob vísir á, at alt umsitingarligt arbeiði endar í Havn.
– Eg vænti, at tað verður nógv virksemi fyri handverkarar her, men tað vísir seg, at umsitingarligt arbeiði endar í Havn. Tað nýtist hon ikki. Partar av umsitingini skal eisini leggjast út til onnur øki. Tað er tó torført at bróta ein slíkan sirkul, men summi øki kunnu útdelegerast, sigur Hans Jacob, sum heldur, at Skálafjørðurin og Torshavn kappast ov nógv til tíðir.
– Vit brúka kansak ikki tilfeingið nóg efektivt, tá ið vit nýta so nógva orku til at kappast.Vit undirsjóvartunnilinum verða økini enn tættari knýtt saman, og tá ímyndi eg mær, at vit fara at arbeiða betri saman, sigur Hans Jacob Lamhauge at enda.