Tað var trupult at fáa eyga á nakað smíl, tá ið hann stutt fyri klokkan 10 kom úr Forsætisráðnum yvir í Fólkatingið. Upp langu trappurnar - gjøgnum ein stóran hóp av forvitnum og ágangandi tíðindafólkum, sum einans bíðaðu eftir, at forsætisráðharrin skuldi viðganga ósigurin.
Danski forsætisráðharrin hevði heldur einki at fegnast um, og hann viðgekk eisini ósigurin, so sum øll vildu hava hann at gera tað.
Ja-flokkarnir við honum sjálvum á odda taptu fólkaatkvøðuna móti móti smáu flokkunum. Fólkið hevði talað og samstundis vrakað ætlaninar hjá danska forsætisráðharranum.
- Eg harmist um ósigurin. Tað skal eg ikki royna at dylja. Men tit hava gjørt tykkara ítarsta. Stjórnin hevur gjørt sítt ítarsta, og eg havi gjørt mítt ítarsta. Tit hava gjørt eitt gott arbeiði, og úrslitið kemst ikki av, at vit ikki hava gjørt, alt vit kundu, segði danski forsætisráðharrin við floksfelagarnar í hølunum hjá socialdemokratunum.
Og fagnaður var hann av socialdemokratunum, hóast hann var maðurin við høvuðsábyrgdini av ósigrinum.
Danski forsætisráðharrin legði dent á, at Danmark hevur ikki vent Europa bakið, hóast fólkið atkvøddi nei í dag.
- Vit hava ikki sagt nei til evropeiska samstarvið í dag, segði forsætisráðharrin, sum samstundis rætti hondina út til hinar flokkarnar og heitti á teir um betri samstarv, tá ið framtíðar støðan hjá Danmark í ES skal viðgerðast.










