Hóvligu kreftirnar mugu skumpa Hamas til síðis

Rakettirnar úr Gaza-geiranum regna inn yvir Ísrael í dag. Sunnudagin tosaði Sosialurin við ísraelska sendimannin til Danmarkar, Benjamin Dagan. Í samrøðuni numu vit eisini við friðartilgongdina í Ísrael.

 

Benjamin Dagan sigur, at hóast hann enn trýr, at tað verður friður ein dag, so eru útlitini smá í løtuni.

- Tað hendir ikki av sær sjálvum og tað hendir ikki eftir eini nátt, men vit hava ikki mist vónina, sigur hann.

 

Hann vísir á, at Ísrael í dag hevur friðaravtalu í lag bæði við Egyptaland og Jordan og nýliga hevur forsætisráðharrin í Ísrael vitjað í Oman.

- Hesar friðaravtalurnar hava eisini staðið sína roynd í torførum tíðum, sum tá muslimski bróðurskapurin hevði valdið í Egyptalandi. Sannleikin er, at samband okkara við grannalondini gerst betri og betri, tí at eisini tey leita eftir einum støðugum samstarvsfelaga í økinum, sigur hann.

 

Støðan í palestinsku økjunum er tó verri, greiðir hann frá.

- Leiðslan í palestinsku økjunum er sera uppdeild. Tað eru mótstríðandi partar, sum stríðast um at varðveita valdið í økinum og hjá teimum er ofta talan um eitt nullsum spæl, greiðir hann frá. Eitt nullsum spæl merkir, at um annar parturin ikki kann vinna, uttan at hin parturin fer at tapa í sama mun, altso at summurin av broytingunum verður null.

 

- Okkara mál er nú at gera støðuna støðugari, og vóna, at politiskir møguleikar fara at vísa seg seinni, sigur hann.

 

Benjamin Dagan peikar á stórpolitikk, tá hann skal greiða frá, hvat størsta forðingin fyri friði er.

- So leingi sum Iran stuðlar Hamas, Islamskum Jihad og Hizbollah, verður torført at fáa frið í lag. Orsøkin er, at hesir felagsskapirnir ongantíð fara at góðtaka tankan um ein jødiskan stat. Teirra mótstøða er ideologisk og átrúnaðarlig. Tað er antin teirra vegur ella einki, siga teir. Tað er ógjørligt at møta teimum hálvanvegin, tá teir einans kunnu góðtaka, at jødiski staturin verður strikaður av kortinum, greiðir Benjamin Dagan frá.

 

Loysnin liggur í at hóvligu kreftirnar vinna frama meðan víðgongdu kreftirnar missa vald.

- Eg trúgvi, at flestu ísraelar eru sinnaðir at geva eitt sindur, men einans um tað er ein vón um, at tað verður betri dagin eftir. Fyri at hetta skal henda, so mugu hóvligu kreftirnar sleppa fram at valdinum í Gaza og á vestara áarbakka, sigur Benjamin Dagan.

 

Les eina longri samrøðu við Benjamin Dagan í Sosialinum, sum kom út í dag. Netútgavan er at finna her.