Eftir 20 minuttum tóktist mest sum alt avgjørt í Gundadali í dag. EB/Streymur hevði tá skorað tvær ferðir, men hóast leiðsluna, so sigur venjarin hjá EB/Streymi, at hann ongan tíð kendi seg tryggan.
- Tað haldi eg ikki. Vit vistu, hvat B36 eru góðir til. Teir hava nakrar vandamiklar diagonal-bóltar frá Santos, og so skuldu vit annars ansa eftir, at vit ikki høvdu óneyðug bólttap.
- Og eg haldi, at vit megnaðu so hampuliga væl at ansa eftir hesum. Sjálvandi skora teir tvær ferðir, men sum heild haldi eg, at vit vóru betra liðið í dag.
Tit detta øgiliga langt aftur seinastu minuttirnar av dystinum. Hvussu kendist tað tá á beinkinum?
- Tað var hart og øgiliga strævið. Man verður jú ikki yngri fyri hvørt ár, sum gongur, segði Sigfríður stórsmílandi, áðrenn hann saman við spælarum sínum fór upp til FSF-forsetan og løgmann eftir steypinum.